Xi Jinping staðfestir sítt vald

Xi Jinping staðfestir sítt vald
Kina hevur fingið ein leiðara átøkan Mao – og hann stýrir landinum við jarnhond
Xi Jinping hevur fult vald á kommunistaflokkinum í Kina
Mynd: Thomas Peter/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2022 - 13:07

Kinesiski kommunistaflokkurin hevur floksting, men tað gongur ikki so friðarliga fyri seg, sum tað plagar. 

Sum nakað heilt óhoyrt hava mótmæli verið móti stranga koronupolitikkinum hjá flokkinum, sum hevur eina 0-hugsjón. Hetta hevur kostað landinum dýrt peningaliga og hevur eisini lagt hart trýst á fólkið í landinum.

Forsetin í landinum, Xi Jinping, hevur eisini í hyggju at verða afturvaldur sum landsins leiðari fyri triðju ferð. Tað var annars ein meginregla, at eingin leiðari kundi sita meira enn tvey skeið, men hetta fekk Xi Jinping broytt í 2018. Tað var gamli kommunistaleiðarin, Deng Xiaoping, sum fekk hesa meginreglu setta í verk, so tað kundi sleppast undan, at landið fekk ein líknandi leiðara sum Mao.

Úrslitið er, at núverandi forseti hevur at kalla óavmarkað vald í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV