Føroyar líkjast USA, tá tað snýr seg um álit á tíðindamiðlum

Um KVFBloggur
Føroyar líkjast USA, tá tað snýr seg um álit á tíðindamiðlum
Álitið á tíðindamiðlum og myndugleikum sum heild er sera stórt í okkara grannalondum. Føroyar víkja nógv frá, sigur Heini í Skorini, miðlagranskari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24-10-2022

Sum áður staðfest á miðlaráðstevnuni ‘Miðlar á vegamóti’, sum var hildin í august, er stórt álit nakað, sum eyðkennir Norðurlond. Setrið fór í fjør undir at kanna, í hvønn mun Føroyar hava henda sama eginleikan.

800 fólk luttóku í stóru miðlakanningini, sum Setrið gjørdi í samstarvi við greiningarstovnin Lóður.

Tá ið spurt varð:

Eg haldi, at mann kann hava álit á teimum flestu tíðindamiðlunum tað mesta av tíðini”, sá úrslitið fyri Føroyar soleiðis út:

Úr framløguni hjá Heina í Skorini á miðlaráðstevnuni 'Miðlar á vegamóti'. 


Heini í Skorini leggur dent á, at mann ikki skal gera ov drastiskar niðurstøður út frá einstøkum kanningum, men út frá hesum er álitið á miðlum í Føroyum nógv minni enn í okkara grannalondum. Í roynd og veru líkjast vit USA, sum er eitt tað mest polariseraða landið í Vesturheiminum. Hetta er ørkymlandi, um mann sigur, at álit sum útgangsstøði er gott, sigur Heini í Skorini.

Tá ið tað hinvegin verður spurt:

Eg haldi, at mann kann hava álit á teimum flestu tíðindamiðlunum, sum eg brúki, tað mesta av tíðini”, sær øðrvísi út. Her byrja Føroyar at líkjast meira grannalondunum, har 54% av teimum spurdu eru púra samd ella partvíst samd í útsøgnini. Álitið er tó framvegis lægst í Føroyum í mun til hini Norðurlondini:

Úr framløguni hjá Heina í Skorini á miðlaráðstevnuni 'Miðlar á vegamóti'. 


Í Norra, Svøríki, Finnlandi og Danmark er munurin millum álitið á tíðindamiðlum sum heild og tíðindamiðlum, “sum eg brúki”, lítil, nøkur fá prosentstig. Tað gevur ábendingar um breitt álit á bæði borgarligu pressuna og á sosialdemokratisku pressuna. Í Føroyum er munurin nógv størri – nærum 20%. Hetta er ein ábending um, at vit ikki líkjast okkara grannalondum og um, at polarisering og ósemjur gera seg galdandi. Hetta er áhugavert í einum mikrosamfelagi, har 10 minuttir eru at koyra úr Havnini inn í Eysturoynna, heldur Heini í Skorini.


Føroyingar hava størst álit á Kringvarpinum

Tá ið tað verður spurt meira neyvt um teir einstøku føroysku tíðindamiðlarnar, vísir tað seg, at føroyingar hava størst álit á landsins public service-miðli, Kringvarpinum. Hetta er ein tendensur, sum er gjøgnumgangandi fyri Norðurlond. Her svaraðu 76%, at tey høvdu antin stórt ella nokk so stórt álit á Kringvarpinum.

Føroyingar hava minst álit á Youtube og Facebook – ávikavist 8 og 6%:

Úr framløguni hjá Heina í Skorini á miðlaráðstevnuni 'Miðlar á vegamóti'. 


Kanningin hyggur eisini at samanhanginum millum álit á miðlum og nýtsluna av teimum. Álit og nýtsla fylgjast nevniliga ikki altíð og heldur ikki í Føroyum, tí teir miðlarnir, sum vit hava minst álit á – Facebook og Youtube – brúka vit allarmest:

20220818_Midlaradstevna_Heini_i_Skorini_brot_1

Politisk sannføring, kyn og útbúgving eru avgerandi fyri álitið á miðlum

Hvør hevur so ikki álit á tíðindamiðlunum, verður spurt í kanningini. Úrslitini fyri Føroyar líkjast í hesum føri teimum í grannalondunum.

Nógvir faktorar gera seg galdandi, m.a. geografi, hvar er mann á høgra/vinstra-stiganum, men teir faktorarnir, sum hava mest at siga, eru politisk sannføring, kyn og útbúgving:

Tendensurin er tann, at um tú atkvøðir fyri einum flokki, sum í dag situr í stjórn, so hevur tú í miðal minni álit á Kringvarpinum. Menn hava størri misálit enn kvinnur, og fólk við lægri ella miðallongum útbúgvingum hava minni álit enn fólk við hægri útbúgving”, greiðir Heini í Skorini frá.

Úr framløguni hjá Heina í Skorini á miðlaráðstevnuni 'Miðlar á vegamóti'. 


Lurta eftir framløguni hjá Heina í Skorini niðanfyri. Meira tilfar frá miðlaráðstevnuni Miðlar á vegamóti er at finna her. 

20220818_Midlaradstevna_Heini_i_Skorini

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345

Um kvf css