Hákun West av Teigum skoraði 11 mál

Hákun West av Teigum skoraði 11 mál
Hákun West av Teigum staðfesti í kvøld, at hann er klárur at spæla í týsku Bundesliguni í hondbólti næsta ár, tí hann skoraði 11 mál í sínum fyrsta Europa League-dysti
 
25.10.2022 - 21:22

Fyrr í dag frættist, at landsliðsleikarin í hondbólti Hákun West av Teigum rættiliga sannlíkt skal spæla í týsku Bundesliguni næsta ár við Füchse Berlin. 

Sjálvur kundi Hákun West av Teigum ikki vátta ella avsanna tíðindini, sum danski miðilin TV2 Sport visti at siga frá. 

Men í kvøld staðfesti Hákun West av Teigum, at hann er klárur til týsku Bundesliguna, um tað skuldi verið. 

 

11 mál

Høgri vongurin á landsliðnum skoraði ikki færri enn 11 mál, tá hann á útivølli spældi Europa League-dyst við felagi sínum Skanderborg Aarhus móti HC Eurofarm Pelister úr Makedonia. 

Serliga í fyrra hálvleikinum var Hákun West av Teigum flúgvandi, tá hann skeyt sjey mál av høgra vongi ella í skjótálopi. 

Føroyingurin var avgerandi fyri, at Skanderborg Aarhus vann sín fyrsta evropiska dyst nakrantíð við 30-27. 

 

Hagtøl frá dystinum

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290