Bara eitt forfólk fekk flestar atkvøður

Bara eitt forfólk fekk flestar atkvøður
Í Sambandsflokkinum var Bárður á Steig Nielsen nummar fimm á listanum.
Jenis av Rana, formaður, fekk flestar atkvøður á listanum hjá Miðflokkinum. Ruth Vang gjørdist nummar tvey hjá Framsókn, og Høgni Hoydal gjørdist nummar tvey hjá Tjóðveldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2022 - 09:39

Bara eitt forfólk fekk flestar atkvøður í sínum flokki á fólkatingsvalinum í gjár.

Tað er Jenis av Rana í Miðflokkinum, sum fekk 634 atkvøður.

Í Sambandsflokkinum var Bárður á Steig Nielsen nummar fimm á listanum. Hann fekk 442 atkvøður. Í Javnaðarflokkinum gjørdist Aksel V. Johannesen nummar trý, hann fekk 565 atkvøður.

Høgni Hoydal var nummar tvey hjá Tjóðveldi, hann fekk 805 atkvøður.

 

Bjørt toppskorari hjá Tjóðveldi

Christian Andreasen var nummar fimm hjá Fólkaflokkinum, hann fekk 450 atkvøður. Og hjá Framsókn fekk Ruth Vang 258 atkvøður sum nummar tvey á listanum.

Hjá Tjóðveldi fekk Bjørt Samuelsen flestar atkvøður, 958.

Í Fólkaflokkinum er Jógvan á Lakjuni nummar eitt, hann fekk 683 atkvøður.

Og hjá Framsókn fekk Bjarni Kárason Petersen 308 atkvøður.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809