Stjórnarsamráðingarnar í Danmark byrjaðar

Stjórnarsamráðingarnar í Danmark byrjaðar
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur sett sær fyri at tosa við allar flokkar í dag
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, uttan fyri Marienborg í morgun, har stjórnarsamráðingarnar eru.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.11.2022 - 08:13

Í dag fer virkandi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen undir at skipa nýggja stjórn. 

Hon hevur boðað frá, at hon ætlar at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna, tað vil siga, at hon vil hava flokkar á bláa veingi við.

Hvussu tað fer at ganga við tí, er ikki greitt enn, tí fleiri av flokkunum á vinstraveinginum hava longu boðað frá, at teir ikki fara í stjórn saman við borgarligum flokkum, og mæla Mette Frederiksen til at skipa eina stjórn við stuðuli frá flokkum á vinstraveinginum.

Mette Frederiksen hevur sett sær fyri at tosa við aðrara flokkar í dag.

 

Vinstri og Moderaterne

Fyrsti flokkurin, sum skal hitta Mette Frederiksen, er Vinstri, sum er nærststørsti flokkurin í fólkatinginum, hóast hann er helvtina minni enn danski javnaðarflokkurin.

Næstur á skránni at hitta Mette Frederiksen, verður Moderaterne hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.

Síðani fer hon at tosa við SF, Danmarksdemokratarnar, Liberal Alliance, Konservativa flokkin og allar hinar flokkarnar.

Mette Frederiksen hevur sagt, at hon miðar eftir at tosa við allar flokkar í dag,  eisini umboðini úr Føroyum og Grønlandi, so talan verður um ein langan arbeiðsdag, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576