Árinsmeting gjørd av smoltstøðini í Ónavík

Árinsmeting gjørd av smoltstøðini í Ónavík
Niðurstøðan hjá SMJ, sum hevur kannað fyri Bakkafrost, er, at ávirkanin at fylla út og byggja smoltstøðina, verður avmarkað
Smoltstøðin fer at brúka 100 rúmmetrar av vatni um tíman, og vatnið verður tikið úr Sumbiarbergholinum.
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
09.11.2022 - 08:27

Nú kunnu øll, sum vilja, koma við viðmerkingum um, hvussu ætlaða smoltstøðin hjá Bakkafrosti í Ónavík við Lopransfjørð fer at ávirka umhvørvið.

Ein umhvørvisárinsmeting er gjørd og send til hoyringar.

Myndugleikar, feløg, felagsskapir og almenningurin kunnu gera viðmerkingar, í seinasta lagi til 25.november, sigur Umhvørvisstovan.

Umhvørvisárinsmetingin og fylgiskjøl eru á heimasíðuni us.fo.

 

(Mynd: Umhvørvisstovan)

 

Avmarkað ávirkan

Niðurstøðan hjá SMJ, sum hevur kannað hetta fyri Bakkafrost, er, at tað fer at hava eina avmarkaða og staðbundna ávirkan at fylla út á sjógv og byggja smoltstøðina.

Og ávirkanin verður bara ta tíðina, sum tað tekur plantulívinum og djóralívinum at endurstovna seg.

Smoltstøðin fer at brúka 100 rúmmetrar av vatni um tíman.

Vatnið verður tikið úr Sumbiarbergholinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012