Nú eru 200 fólk fulltíðararbeiðsleys

Nú eru 200 fólk fulltíðararbeiðsleys
Arbeiðsloysið er komið niður á 0,7 prosent
Nógv arbeiði er framvegis í landinum. Í oktober vóru bara 200 fólk fulltíðararbeiðsleys. (Savnsmynd)
 
24.11.2022 - 10:23

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,7 prosent í oktober.

Tað svarar til góð 200 fulltíðararbeiðsleys.

Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoynni, har var tað 0,3 prosent.

Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroynni, 1,7 prosent.    

Í oktober var arbeiðsloysið 0,7 prosent  bæði hjá monnum og kvinnum. Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,8 prosent í oktober í fjør.

Í oktober vóru 35 fólk langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815