Søkja eftir stjóra til Vestmanna skúla

Søkja eftir stjóra til Vestmanna skúla
Umsóknarfreistin er 14. desember
Vestmanna skúli skal hava nýggjan stjóra.
 
25.11.2022 - 08:14

Uttanríkis- og Mentamálaráðið søkir nú eftir skúlastjóra til Vestmanna skúla at byrja 1.februar næsta ár ella so skjótt sum til ber.

Í Vestmanna Skúla eru 171 næmingar í 1. til 10.flokk. Skúlin hevur eisini serflokk.

Í skúlanum eru 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. 

Freistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna er til 14.desember.

 

Rok um skúlastjóran

Nógv rok var í Vestmanna skúla, tá skúlaárið byrjaði í august, og tað endaði við, at Alis Jóna Højsted, fór frá sum skúlastjóri.

Hon er nú virkandi skúlaleiðari í Viðareiðis skúla.

Undirvísingarstýrið tilnevndi í august fyrrverandi skúlastjóran á Eysturskúlanum í Havn, Eyðdis Eidesgaard, sum fyribils skúlastjóra í Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290