Rognkelsi trívist best í tara

Rognkelsi trívist best í tara
Malan Joensen, lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya, vardi í hódagin bachelorritgerð sína, sum eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi”.
Malan Joensen avmyndað saman við vegleiðarunum Eyðfinni Magnussen og Ásu Johannesen, og próvdómaranum Kirstin Eliasen
Mynd: Fiskaaling  
 
26.11.2022 - 18:22

Í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar fjørur fyri at vita, hvat lív var at finna og um rognkelsi livdu har, upplýsir Fiskaaling. 

Kanningarnar vórðu gjørdar árið runt og kring alt landið. 

Høvuðsniðurstøðurnar í ritgerðini eru, at fyri at rognkelsi skulu trívast, má tari við passaligari flatu vera tøkur at sita á. Hetta er til dømis sukurtari og tarablað.

Somuleiðis ber til at finna smá rognkelsi har skúvtari er til staðar, meðan størri rognkelsi eru ikki, har skúvtari er.

Skilja og betra umstøður
Eingin greiður samanhangur var millum onnur djórasløg, sum liva í taranum, og so rognkelsi.

- Vitanin, sum er komin burtur úr hesi verkætlan er týðandi, tá metast skal um grundleggjandi tørv og liviumstøður hjá rognkelsi, sigur Ása Johannesen, granskari í fiskaatferð og fiskavælferð.

- Hetta er vitan sum kann nýtast í arbeiðinum at skilja og betra um liviumstøður hjá rognkelsi, sum verða brúkt í alivinnuni, sigur hon.

Vegleiðarar hjá Maluni Joensen vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Próvdómari var Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674