280 tons eftir í Eysturgrønlandi

280 tons eftir í Eysturgrønlandi
Nú kann allur reiðskapur brúkast, ikki bara lína
Sandshavið er eitt av frystilínuskipunum. Í eini roynd at fáa fatur á toskinum og brosmuni, sum eru eftir í Eysturgrønlandi, verður loyvt at brúka allan reiðskap, ikki bara línu.
 
16.12.2022 - 08:55

280 tons av toski og brosmu eru eftir av føroysku kvotuni við Eysturgrønland.

Og tey kunnu ikki flytast til næsta ár. Tey skulu fiskast í ár.

Men sambært kunngerðini um fiskiskapin sleppa føroysk skip bara at fiska við línu við Eysturgrønland.

 

Allur reiðskapur

Í einari roynd at fáa fatur í teimum 280 tonsunum, hevur Fiskimálaráðið broytt kunngerðina, so nú kann allur reiðskapur brúkast, ikki bara lína.

Føroyingar eiga í ár 2.150 tons av toski og 375 tons av brosmu við Eysturgrønland.

Og 280 tons eru eftir.

Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu. 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576