Oljuleki hóttir veiðimenn

Oljuleki hóttir veiðimenn
120.000 litrar av dieselolju, sum fyri skjótt tveimum vikum síðani lóku út í vøtn og á sjóv frá flogvøllinum í Kulusuk, hava sett ekka í veiðimenn á staðnum.
Mynd: Paul Ward  
 
18.12.2022 - 13:57

Einir 40.000 litrar, sum fóru í vøtn, eru tikin uppaftur, men teir írestandi 80.000 litrarnir eru framvegis á sjónum og har er ikki annað at gera, enn at bíða, til oljan er dampað burtur.

Hetta gongur út yvir veiðimenninar, sum nú rópa varskó og biðja landsstýrið um fíggjarliga hjálp, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Teir eru hart raktir, tí tann eini kópurin, teir fingu í gørnini, var so illa dálkaður av olju, at kjøtið luktaði illa og var ikki etandi. Heldur ikki kunnu teir selja skinnið, tí tað var smurt inn í olju, alt sum tað var.

Einki flakavirki er í Kulusuk, so tí liva veiðimenninir hesa ársins tíð bara av at selja kópaskinn og kópakjøt, men nú oljan hevur oyðilagt veiðimøguleikarnir, hava teir einki at liva av í desember mánaði.

Tí hevur fiski- og veiðimannafelagið í Kulusuk heitt á landsstýrið um at hjálpa til fíggjarliga, nú veiðimenninir eru komnir í trongstøðu av tí skaða, oljan hevur gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Jambalaja - takk fyri hesaferð
192669
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644