Vinnuhúsið: Dýrari streymprísur kann skaða kappingarførið

Vinnuhúsið: Dýrari streymprísur kann skaða kappingarførið
Havsbrún væntar, at elrokningin hækkar fimm milliónir kr., og hjá Hiddenfjord dýrkar streymrokningin góðar átta milliónir
Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum.
 
19.12.2022 - 18:00

Útflutningsfyritøkurnar kunnu vænta at fáa eykarokning frá SEV upp á fleiri milliónir krónur næsta ár.

- Hetta kann skaða kappingarførið hjá føroysku vinnuni, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther. 

Havsbrún væntar, at elrokningin hækkar fimm milliónir kr. næsta ár, og hjá Hiddenfjord dýrkar streymrokningin góðar átta milliónir.

SEV hækkar el-prísin hjá ídnaðinum 22 oyru, og samstundis lækkar avslátturin, ið verður latin útflutningsvinnuni, úr 14 niður í 8 oyru fyri kilowatttíman.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19122022_Niels_Winther


Streymrokningin hjá Hiddenfjord hækkar átta til hálva níggjundu millión kr. næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373