Jehova vitni missa fíggjarligan stuðul

Jehova vitni missa fíggjarligan stuðul
Ríkisfyrisitingin í Oslo og í Viken hava strikað Jehova vitni úr skrásetingini fyri trúarsamfeløg
 
23.12.2022 - 09:18

- Vit hava staðfest, at Jehova Vitni gera seg inn á rættin hjá limunum at strika seg sum lim í trúarsamfelagnum, og at Jehova vitni gera seg inn á rættindi hjá børnum. Tí hava vit boðað teimum frá, at tey, sambært lógini um trúarsamfeløg, ikki longur eru skrásett sum trúarsamfelag.

Ríkisfyrisitingin sendi 25. oktober í ár Jehova vitni ávaring um, at skrásetingin møguliga fór at vera strikað orsakað av hesum.

- Í ávaringini bóðu vit um at fáa aftursvar frá Jehova vitni, um tey æltað at broyta tey viðurskifti, sum eru orsøkin til, at tey ikki fáa ríkisstuðul. Men Jehova vitni vilja ikki akta boðunum sum elvdu til, at tey mistu ríkisstuðulin í 2021. Jehova vitni siga, at tey taka ikki undir við tilmælinum um broytingar, skrivar norska ríkisfyrisitingin.

Jehova vitni søgdu við miðilin Vårt Land í gjár, at tey fara at stevna norska statin, tí tey ongan ríkisstuðul fingu í fjør. Stuðulin til Jehova vitni fyri 12.686 limir í fjør er góðar 11 milliónir krónur, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101