Klaki orsøk til streymslit

Klaki orsøk til streymslit
Kvívík, Leynar, Stykkið og Skælingur hava mist streymin. SEV vónar at kunna senda fólk út millum klokkan 14 og 15. Streymurin er nú farin í Funningi, við Gjógv og í Elduvík
 
26.12.2022 - 12:27

- Tað er klaki sum er orsøkin til streymslitið, sigur vakthavandi hjá SEV.

Arbeitt verður so við at kobla um, men tað krevst at fólk fara út á støðir tætt bygdunum. Hetta hevur SEV ikki hildið verið ráðiligt enn, men eftir ætlan verða fólk send út klokkan 14 ella 15, um veðrið loyvir tí.

Tað var fyri einum tíma síðan ella so, at streymurin fór í Kvívík, Stykkinum, Leynum og Skælingi.

 

DAGFØRING

Klokkan 14.45: Streymurin er komin aftur í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi

Klokkan 15.15: Funningur, Gjógv og Elduvík hava mist streymin. So skjótt tað verður møguligt, verður farið út at kobla um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423