Pelé er deyður 82 ára gamal

Pelé er deyður 82 ára gamal
Pelé úr Brasilia, ið mong meta sum tann besti fótbóltsspælari nakrantíð, og sum er tann einasti fótbóltsspælarin, ið vann HM tríggjar ferðir, er deyður av krabbameini
Pelé, sum vit kendu hann, stórsmílandi, er deyður, 82 ára gamal
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.12.2022 - 02:24

Pelé varð føddur 23. oktober 1940 til sera vesallig kor í lítla brasilianska býnum Três Coracões. 

Hann bleiv doyptur Edson Arantes do Nascimento, men sum smádrongur fekk hann eyknevnið Pelé, og tað gjørdist navnið, ið allur heimurin kendi hann undir. 

Pelé gjørdi 1281 mál í 1363 dystinum, tey 21 árini, hann spældi, eitt nú 77 mál í 92 landsdystum fyri Brasilia. 

Pelé er einasti fótbóltsspælari, sum megnaði at vinna heimsmeistaraheitið tríggjar ferðir. Tað hendi í 1958, 1962 og 1970. 

Pelé bleiv eisini kosin heimsins besti spælari seinasta árhundrað á hátíðarhaldi hjá FIFA í 2000. 

Pelé hevur seinnu árini stríðst við krabbamein, og í september 2021 varð hann aftur lagdur undir skurð fyri ein svull. Hann var aftur innlagdur seint í november í ár, áðrenn hann nú andaðist. 

Pelé varð giftur tríggjar ferðir og eftir hann sita sjey børn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189