- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa dagstovn á Viðareiði
Fáa dagstovn á Viðareiði
Viðareiðis kommuna og Articon hava gjørt sáttmála um byggibúgving til nýggjan dagstovn og tænastudepil skal eisini gerast.

31.12.2022 - 18:28
Frammanundan er eingin dagstovnur á Viðareiði, men 36 børn ganga í dagrøktini, Summardáin, sum heldur til í kjallarinum í skúlanum.
Har starvast seks dagrøktarar, ein námsfrøðingur og ein leiðari.
Verkætlanin fevnir eisini um byggibúgving av Tænastudeplinum, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur í umbúna at byggja á Viðareiði.
Tænastudepilin skal fevna um høli til venjingar, heimatænastu og dagtilhald.
Eftir ætlan fer útgravingararbeiðið í gongd tíðliga komandi vár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























