- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helvtin hevur fingið stuðul
Helvtin hevur fingið stuðul
Okkurt um helvtin av umsóknunum um leigustuðul fingu pengar fríggjadagin, tá fyrsti leigustuðulin var latin

Fyrsti leigustuðulin er latin.
03.11.2026 - 06:51
Okkurt um helvtin av umsóknunum um leigustuðul fingu pengar fríggjadagin, tá fyrsti leigustuðulin var latin.
Hin helvtin er ikki liðugt viðgjørd enn í Almannaverkinum.
Okkurt um 520 umsóknir eru tí komnar.
Fríggjadagin var útgjaldið 320.000 krónur.
263 umsóknir fingu tá stuðul.
Í miðal er stuðulin tí 1.217 krónur.
Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni, sum er ásett í leigusáttmálanum, men tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.
Hann minkar tess størri inntøkan hjá umsøkjaranum er.
Verður leigustuðulin minni enn 300 kr., fellur hann burtur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























