Danmark: Andstøðan fær eina viku

Danmark: Andstøðan fær eina viku
Um andstøðan ikki tekur undir við at strika Dýra Biðidags um heilidag, so sleppur hon ikki við í verjusemjuna
Jakob Elleman-Jensen hevur givið andstøðuni eina freist. Mynd: Ritzau/Scanpix
Mynd: Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
14.01.2023 - 14:19

Teir tríggir flokkarnir í Fólkatinginum SF, Radikalu og Konservativu fáa eina viku at umráða seg í, hvørt teir skulu atkvøða fyri ella ímóti ætlanini hjá stjórnini at strika Dýra Biðidag sum heiligdag.

Verjumálaráðharrin Jakob Ellemann-Jensen hevur nevniliga givið flokkunum til í næstu viku at gera av, um teir vilja vera við ella ikki. Og tað fylgja treytir við. Tí um flokkarnir atkvøða ímóti ætlanini, sleppa teir ikki at vera við í tí stóru verjusemjuni.

Játtanin til verju og trygd skal hækkast, og fíggingin skal sambært donsku stjórnini finnast við at strika ein heiligdag.

Jakob Ellemann-Jensen sigur við Ritzau, at tað er samanhangur ímillum tað at taka ábyrgd av fíggingini av eini nýggjari verjusemju og tað at vera við í samráðingunum um eina nýggja verjusemju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976