Ríkisfelagsskapurin kom saman

Ríkisfelagsskapurin kom saman
Forsætismálaráðið í Keypmannahavn legði í dag karmar um fund millum føroyska løgmannin, grønlendska landsstýrisformannin og danska forsætisráðharran.
 
18.01.2023 - 14:50

Aksel V. Johannesen, løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og Múte B. Egede, grønlendski landsstýrisformaðurin, hava í dag fundast í danska forsætismálaráðnum í Keypmannahavn.

Tað skrivar Løgmansskrivsstovan.

Á fundinum samdust londini í ríkisfelagsskapinum um at halda fram við uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, sum er millum Føroya landsstýri, donsku stjórnina og grønlendska landsstýrið.

Eisini var avtalað, at Grønland nú tekur yvir formansskapin í Samstarvsráðnum, eftir at Føroyar hevur havt hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473