Avroð fara í brenniovnin

Avroð fara í brenniovnin
IRF arbeiðir saman við øðrum um verkætlan at gagnnýta avroðini
IRF arbeiðir saman við øðrum við ætlan, so avroðini koma til høldar, og ikki fara í brenniovnin.
Mynd: IRF  
 
30.09.2026 - 15:02

Nógv av tí, sum fæst burtur úr slaktinum verður ikki brúkt: livur, blóð, tálg, nýru og annað.

- Tað er sera harmiligt, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri í IRF. 

IRF arbeiðir nú saman við øðrum í verkætlan at gagnnýta avroðini.

Eingi greið tøl eru fyri, hvussu nógv avroð verða brend. Tí alt lívrunnið tilfar, ið verður brent, verður skrásett undir einum. 

Men í heyst verður fyrsta royndin gjørd, at skráseta lívrunnið slakt fyri seg. 

 


Sigurd L. Lamhauge.

 

Arbeiða við ætlan

Í meira enn tvey ár hevur IRF, saman við øðrum samstarvsfeløgum, arbeitt við ætlan um avroð.

Í fjør kom ein bók út við matuppskriftum, sum ber heitið: "Tað, sum eftir er."

Harumframt er heimasíða gjørd, sum skal lætta um tá teimum, sum vilja keypa avroð, og somuleiðis at lætta um umsitinga hjá teimum, sum vilja selja . 

IRF stendur á odda fyri ætlanini, saman við Búnaðargrunninum, MBM og bóndafelagnum.

Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum: 

 

30092026_Avrod

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329