Jenis hevur framvegis álit á Bill

Jenis hevur framvegis álit á Bill
Hóast felagið, sum Bill Justinussen er ein av eigarunum av, verður kannað av løgregluni, so hevði Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum, framvegis álit á sínum varamanni
Farhat'sa Pitsa í Saltangará er miðsavnandi fyri málið um útlendsku starvsfólkini, ið ongan løn hava fingið og eru leigað út millum ymisk feløg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.01.2023 - 12:31

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur framvegis álit á Bill Justinussen, sum er varamaður hjá Miðflokkinum í løgtinginum.

Bill Justinussen er ein av eigarunum, umframt at hann er bólkhaldari í felagnum 20.10.20, sum í løtuni verður kannað av løgregluni.

Løgreglan kannar millum annað, um felagið hevur brotið lógina um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Eingin er dømdur

"Eingin er dømdur í málinum, og tí er álitið á Bill Justinussen ikki skalað," sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.

Av tí at talan er um eitt politimál, so vil Jenis av Rana ikki gera fleiri viðmerkingar, fyrr enn ein niðurstøða er í málinum. 

Bill Justinussen heldur tískil fram sum varamaður hjá Miðflokkinum. 


Útlendsku pitsamenninir, sum Bill Justinussen hevur skrivað undir innferðarloyvini hjá, arbeiddu millum annað i Farhat'sa í Saltangará / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Onga løn og útleigað

Felagið 20.10.20 hevur millum annað ikki rindað útlendskum starvsfólkum løn.

Fyrrverandi starvsfólkini hava í Kringvarpinum greitt frá, hvussu tey arbeiddu nógvar yvirtímar dagliga og ikki høvdu nakran frídag í fleiri mánaðir.

221230_DV_ONGA_LOEN_OG_ILLA_VIDFARNIR

Afturat tí arbeiddu tey í eini pitsamatstovu í Saltangará, sum hoyrdi til eitt annað felag enn tað, teir sambært arbeiðsloyvinum, skuldu arbeiða hjá.

Í Degi og viku í gjár, segði Bill Justinussen, at orsøkin til, at starvsfólkini ikki fingu løn, var, at felagið 20.10.20 var í fíggjarligum trupulleikum. 

20230119_LEIGADI_ARBEIDSFOLKID_UT_TIL_ANNAD_FELAG

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098