Dansistovan í Sørvági seld

Dansistovan í Sørvági seld
Ætlanin er at fáa lív aftur í húsið, sigur Bárður Henriksen, sum nú eigur Dansistovuna
Fyrsta tiltakið í Dansistovuni í Sørvági verður á føstulávint um ein slakan mánað, tá skipað verður fyri almennari tunnusláing og dansi aftaná.
 
23.01.2023 - 08:30

Bárður Henriksen hevur keypt Dansistovuna í Sørvági.

Sørvágs kommunan keypti Dansistovuna fyri fýra árum síðani.

Men torført var at fáa semja um, hvat gerast skuldi við hana. Bygdaráðið, sum nú er, setti hana tí til sølu í november í fjør.

Bygdaráðið samtykti at selja Dansistovuna á fundi 28.september.

Talan er um grundøki og Dansistovuna, 862 fermetrar.

 

Høvuðsumvæla uttan

Kommunan setir sum treyt, at bygningurin uttan verður høvuðsumvældur innan tvey ár. Verður hendan treytin ikki hildin, kann kommunan krevja, at hon fær Dansistovuna aftur.

Á ognina er lýstur servituttur, sum sigur, at økið bara er ætlað til kvikmynda- og dansihøll 

Kommunustýrið samtykti í 2007 at víðka servituttin til eisini at fevna um matstovu- og frítíðarvirksemi og, at skeinkiloyvi kann útvegast.

Ætlanin er at fáa lív aftur í húsið, sigur Bárður Henriksen, sum nú eigur Dansistovuna.

Fyrsta tiltakið verður á føstulávint um ein slakan mánað, tá skipað verður fyri almennari tunnusláing og dansi aftaná.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563