Týdningarmikið mál um Svalbard í hægstarætti

Týdningarmikið mál um Svalbard í hægstarætti
Úrskurðurin hjá hægstarætti fær ávirkan á, um Noreg noyðist at býta tilfeingið við Svalbard við onnur lond ella ikki
Nógv stendur upp á spæl, tí talan er um bæði fisk, olju, gass og onnur ráevni við Svalbard. (Savnsmynd)
 
24.01.2023 - 16:09

Í dag byrjaði eitt týðandi rættarmál í norska hægstarætti, har støða skal takast til, hvør hevur ræðið á tilfeinginum við Svalbard.

Tað skrivar NRK.

Í 1920 skrivaðu fleiri lond undir sonevnda Svalbard-sáttmálan, sum viðurkennir, at Noreg hevur ræðið á Spitsbergen og oyggjunum uttanum, teirra millum Bjarnoynni og Hopen. Men sáttmálin sigur eisini, at hini londini, sum skrivaðu undir sáttmálan, hava javnbjóðis rætt til at fiska, veiða og reka vinnu í økinum.

Men avgerðin um líkarætt er sambært orðaljóðinum í sáttmálanum bert galdandi innan fyri sjómarkið, sum í 1920 bert var fýra fjórðingar. 

Londini, sum í 1920 undirskrivaðu Svalbard-sáttmálan, vóru Noreg, Danmark, Svøríki, Bretland, Niðurlond, Frakland, Italia, Japan og USA. Seinni hava fleiri enn 30 onnur lond, harímillum Sovjetsamveldið, eisini undirskrivað sáttmálan.

 

Letlendskt skip tikið

Í 2017 hendi so tað, at eitt letlendskt skip varð tikið av norsku sjóverjuni fyri at hava roynt ólógliga eftir krabba við Svalbard. Letlendska reiðaríið fór víðari við málinum, men fekk ikki viðhald í norska hægstarætti.

Men teir góvust ikki so, og í staðin førdi lettlendska manningin eitt sivilt rættarmál, sum nú eisini er endað í hægstarætti.

Úrskurðurin hjá hægstarætti fær ávirkan á, um Noreg noyðist at býta tilfeingið við Svalbard við onnur lond ella ikki. Og nógv stendur upp á spæl, tí her er talan um bæði fisk, olju, gass og onnur ráevni.

Og at talan er um eitt stórt mál, sæst eisini aftur í, at rættarmálið verður viðgjørt í plenum - tað vil siga, at allir hægstarættardómararnir eru til staðar og skulu taka støðu til, hvussu langt úr landi Svalbard-sáttmálin røkkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860