Los Angeles í kreppustøðu - útgonguforboð er lýst

Los Angeles í kreppustøðu - útgonguforboð er lýst
Útgonguforboðið merkir, at løgreglan kann handtaka fólk, sum eru í gøtunum í miðbýnum í Los Angeles
Samanbrestirnir millum løgreglu og mótmælisfólk í Los Angeles heldur fram, og nú er útgonguforboð lýst í býnum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.06.2025 - 08:34

Borgarstjórin í Los Angeles, Karen Bass, hevur í nátt okkara tíð lýst býin í kreppustøðu.

Hon hevur eisini lýst útgonguforboð frá kl. átta á kvøldi til kl. seks á morgni, skrivar New York Times. 

Tað er millum kl. fýra um náttina til kl. trý seinnapart okkara tíð.

- Eg heiti á stjórnina hjá Trump um at gevast við løgreglurannsóknunum, segði Bass samstundis.

 

 

Karen Brass er borgarstjóri í Los Angeles. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Kunnu handtaka fólk

Útgonguforboðið merkir, at løgreglan kann handtaka fólk, sum eru í gøtunum í miðbýnum í Los Angeles millum hesar klokkutíðir hvørt kvøld.

- Eg havi lýst lokala kreppu og sett útgonguforboð fyri at steðga vandalismu, fyri at steðga ræningunum, segði Bass við journalistar, sambært AFP.

Hon væntar, at útgonguforboðið verður í gildi í fleiri dagar.

Forboðið er galdandi fyri eitt øki, sum er 2,6 ferkilometrar til víddar, í miðbýnum í størsta býi í USA.

 

 

Tjóðarhirðin í Kalifornia er til reiðar at leggja upp í ófriðin í Los Angeles. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Útgonguforboðið brotið

Tyrlur flúgva yvir Los Angeles, og fleiri fólk eru handtikin fyri at bróta útgonguforboðið. Men hvørki tjóðarhirðin ella hermenn frá sjóverjuni síggjast í gøtunum saman við løgregluni.

Tað skrivar BBC.

Sambært uttanríkiskorrespondentinum hjá danska TV2, Lotte Mejlhede, standa umleið 100 hermenn í tjóðarhirðini við ein almennan bygning í Los Angeles, men aðrir 100 standa við ein annan almennan bygning, eisini í miðbýnum.

- Annars er eingin at síggja niðri í býnum, heldur ikki hermenn frá sjóverjuni, sigur hon

Sambært korrespondentinum eru teir staddir uttan fyri Los Angeles, har teir venja.

Ósemja er um avgerðina hjá Trump um at boðsenda tjóðarhirðina og hermenn í sjóverjuni.

Løgreglan hevði í gjárkvøldið handtikið 25 fólk fyri brot á útgonguforboðið, sigur talsfólk fyri løgregluna í Los Angeles.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233