Skottilburður í Eysturríki kravt tíggju mannalív

Skottilburður í Eysturríki kravt tíggju mannalív
Ein maður fór at skjóta fra hond á einum skúla í Graz. Hann doyði fyri egnari hond
Skúlin í Graz, har skottilburðurin var fyrrapartin. Í minsta lagi 10 fólk eru deyð, teirra millum fleiri skúlanæmingar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.06.2025 - 14:02

Í minsta lagi tíggju fólk, teirra millum gerningsmaðurin, eru deyð av skotum á einum skúla í eysturríkska býnum Graz fyrrapartin.

Tað skrivar eysturríkska tíðindastovan APA, sum hevur borgarstjóran, Elke Kahr, sum keldu.

Løgreglan hevur váttað, at tíggju fólk eru deyð.

Løgreglan hevur eisini sagt, at fleiri fólk eru særd.

The Guardian skrivar, at í minsta lagi 12 fólk eru løgd inn á sjúkrahús, og tað stendur um lív hjá tveimum teirra. 

 

 

Elke Kahr, borgarstjóri í Graz, tosar við ein løgreglumann. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Deyður fyri egnari hond

.Sambært løgregluni er maðurin, sum verðuir hildin at hava skotið, deyður fyri egnari hond. 

Tað var um tíggju tíðina fyrrapartin, at boðað var frá skotum við skúlan, og løgreglan var boðsend. 

Hálvanannan tíma seinna vóru næmingar og lærarar fingin úr skúlanum, men millum tey deyðu eru fleiri næmingar. 

Umleið 300.000 fólk búgva í Graz. 

 

 

Í minsta lagi 12 fólk eru løgd inn á sjúkrahús, skrivar The Guardian. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672