Bjargingartyrlur og fregatt til Grønlands

Bjargingartyrlur og fregatt til Grønlands
Danska verjan skal styrkjast í Grønlandi og norðuratlantiska økinum
Tvær bjargingartyrlur skulu vera við til at styrkja donsku verjuna í Grønlandi.
Mynd: Danska verjan  
 
10.06.2025 - 11:15

Danmark hevur sent tvær bjargingartyrlur og eina fregatt til Grønlands, upplýsir danska verjan í tíðindaskrivi. 

Tað tók fregattini Niels Juel góð sjey samdøgur at sigla til Grønlands. Á leiðini steðgaði hon á í Føroyum og  Íslandi.

Bjargingartyrlurnar flugu í 17 tímar um Hetlandsoyggjar, Føroyar og Ísland, áðrenn tær fóru langa teinin um Grønlandsfjørðin, millum Ísland og Grønland.

Fregattin og tyrlurnar skulu vera partur av øktu donsku verjuni í Grønlandi og í norðuratlantiska økinum.

120 fólk eru við fregattini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053