Uppskot til public service-sáttmála fyri 2023-2027 latið AMMR

Um KVFTíðindi
Uppskot til public service-sáttmála fyri 2023-2027 latið AMMR
Nýggjar avbjóðingar seta nágreinilig krøv til sáttmálan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24-01-2023

Fyrsta tíðarskeiðið við einum skipaðum public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið var galdandi fyri árini 2011-2013, og annar sáttmálin var galdandi frá 2017-2020. Síðani tá hevur eingin undirskrivaður sáttmáli verið.

Kringvarpsstýrið og leiðslan hava arbeitt við sáttmálanum í fleiri umførum, men ikki barst á mál at fáa hann undirskrivaðan við táverandi landsstýrismanni í mentamálum.

Nú er eitt nýtt uppskot latið landsstýriskvinnuni í Almanna- og mentamálum, og Kringvarpið vónar, at uppskotið verður samtykt. 

Øll árini hevur breið semja verið millum partarnar um at raðfesta yvirskipaðu public service-skyldurnar, ið sáttmálin miðar ímóti. Partarnir hava lagt dent á, at Kringvarp Føroya hevur ábyrgdina av skránni og frælsi til at leggja innihaldið til rættis.


Public service-skyldur Kringvarpsins

Kringvarp Føroya hevur sum sjálvstøðugur, almennur stovnur ávísar public service-skyldur mótvegis øllum borgarum. Kringvarpið hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan. Stovnurin hevur somuleiðis stóran týdning fyri fólkaræðið í landinum, tí hann í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um samfelagsviðurskifti. 

Public service-hugtakið er breitt, og tí er í kringvarpslógini heimilað landsstýrismanninum, eftir orðaskifti í Løgtinginum, at undirskriva ein tíðaravmarkaðan public service-sáttmála við Kringvarp Føroya um at raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur.

 


Nýggjar avbjóðingar fyri framman

Føroyar standa framman fyri einari av størstu mentanarligu avbjóðingunum nakrantíð. Flóðaldan av útlendskum films- og sjónvarpstilfari skolar inn yvir okkum frá stóru, altjóða stroymingartænastunum. Enskt vinnur alt meira fram, og málførið – serliga hjá børnum og ungum – er undir trýsti. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina og siðaarvin.

- Vit í stýrinum eru av tí greiðu fatan, at uppskotið er spennandi, avbjóðandi og realistiskt. Eisini meta vit, at uppskotið fer at bera Kringvarp Føroya væl á leið komandi árini. 

Enn meira fokus verður sett á børn og ung, og um fígging fæst til vega, fer Kringvarpið at leggja seg eftir at gera drama og fiktión. Størri dentur verður lagdur á javnstøðu í programmvirkseminum, og evni, sum eru nógv uppi í nútíðini, so sum fólkaheilsa og umhvørvi, verða eisini tikin upp. Kringvarp Føroya fer komandi árini framhaldandi at menna atgongdina til føroyskt tilfar á øllum pallum og at framleiða tilfar úr øllum Føroyum. 

Avbjóðingarnar eru nógvar, serliga viðvíkjandi føroyska málinum – sum stendur fyri skotum! Kringvarp Føroya er mentanarberi Føroya; tí er tað so týdningarmikið, at Kringvarpið eisini verður raðfest politiskt, so vit, saman við leiðslu og starvsfólki, kunnu styrkja og menna Kringvarp Føroya til eisini at vera mentanarverji føroyinga.

Hesin sáttmálin er eitt týdningarmikið, og neyðugt, amboð á leiðini.

Hetta sigur Símun Jóanesarson Hansen, formaður í kringvarpsstýrinum. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297

Um kvf css