Kanna framvegis álop á Skálatrøð

Kanna framvegis álop á Skálatrøð
Álopni maðurin, sum er í sjeytiárunum, var á veg til hús sunnunáttina 11. desember
Politiið hevur eina slóð at elta í málinum um álopið á Skálatrøð.
 
25.01.2023 - 13:10

Álopið á ein gamlan mann á Skálatrøð í Havn sunnunáttina 11. desember í fjør verður framvegis kannað.

Nógvar avhoyringar eru gjørdar, men eingin er skuldsettur, sigur politiið.

Politiið hevur tó eina slóð at elta.

 

Sligin og sparkaður

Álopni maðurin, sum er í sjeytiárunum, var á veg til hús sunnunáttina 11. desember millum midnátt og klokkan hálvgum eitt, tá tríggir ungir menn lupu á hann á Skálatrøð.

Maðurin var sligin og sparkaður. 

Álopsmenninir vóru millum bilarnar, sum stóðu á Skálatrøð. Tá álopni maðurin rópti eftir hjálp, rýmdu ungu menninir.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040