Marius Ziska, FSO og 2.400 áhoyrarar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum

Um KVFTíðindi
Marius Ziska, FSO og 2.400 áhoyrarar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum
Um tvær vikur framføra Føroya Symfoniorkestur og bólkurin Marius Ziska 40-ára fagnaðarverkætlanina “Floymandi nærvera”
Føroya Symfoniorkestur
Mynd: Leivur Thomsen  
 
27-01-2023

“Floymandi nærvera” er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá Symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum. Konsertirnar verða tríggjar í tali, og eru tær allar standikonsertir.

Kringvarp Føroya tekur konsertina upp, og hon verður send í sjónvarpinum á páskum. 

Arbeitt hevur verið við hesari verkætlanini í góð tvey ár, og sera nógv verður gjørt burtur úr konsertunum. Verkætlanin er partur av strategiini hjá Symfoniorkestrinum at blanda tónleikasjangrur og at røkka fleiri áhoyrarum. 

Í sambandi við konsertina framleiðir forlagið Sprotin eina serliga skrá. Skráin rúmar forteljing um sangskrivaran og tónleikararan Hans Marius Ziska og um teksthøvundin Hans Jacob Kollslíð. Tekstirnir hjá Hans Jacob Kollslíð eru at finna í skránni, og eisini eru løg við nótum og akkordum hjá Marius Ziska.

Marius Ziska. Mynd: Aura Myndir


40 ára fagnaðarverkætlanin

Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason hava útsett tónleikin hjá Mariusi Ziska fyri symfoniorkestur. Teir eru allir arrangørar við hollum royndum og teljast millum teir bestu, vit eiga.

Ein serstakur pallur verður bygdur til konsertina, og orkesturuppstillingin verður nakað øðrvísi enn vanliga uppstillingin hjá Symfoniorkestrinum. 

Danin Kent Olsen ljóðblandar hesar tónleikaverðir. Umframt, at Kent er fastur ljóðmaður hjá Mariusi Ziska, tá teir spæla í Danmark, so hevur hann drúgvar royndir at gera ljóð í samansjóðingini av rútmiskum og klassiskum orkestrum.

Súni Joensen er ljóssniðgevi, og ljósparturin er sniðgivin niður í minstu detalju eins og alt annað á konsertini.

2.400 fólk fara at lurta eftir Mariusi Ziska og Føroya Symfoniorkestri 10. og 11. februar, og enn eru nøkur atgongumerki eftir til eykakonsertina, sum verður spæld leygarkvøldið 11. februar kl. 22.30.

Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum. 


Mynd: Leivur Thomsen

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847

Um kvf css