Ársins ítróttafyrimynd: Jógvan Kristiansson Glerfoss

Ársins ítróttafyrimynd: Jógvan Kristiansson Glerfoss
Jógvan Kristiansson Glerfoss hevur fingið heiðurslønina sum ítróttaFYRIMYNDIN 2022.
 
04.02.2023 - 20:15

Heiðurslønin sum ítróttaFYRIMYNDIN verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við sínum jaligum hugburði, bæði til venjing og kapping.

Og ítróttaFYRIMYNDIN 2022 er Jógvan K. Glerfoss, sum er venjari í Bragdinum.

 

Einastandandi engageraður

Tey, sum kenna Jógvan, siga, at hann er nærlagdur, nørdutur og tekur venjaragerningin í fullum álvara. Tað krevur bæði orku og tíð, men tær vanta ikki, sigur venjarin.

 -  Eg fái orku frá teimum ungu, og tað er so ótrúliga stuttligt at møta upp. Tað eru tey, sum áttu at fingið hesa fyrimyndina, segði Jógvan við 3-2, sum gjørdi innslag, tá tilnevningin varð kunngjørd.

Og forkvinnan í Bragdinum er sannførd um, at uttan Jógvan og venjaramakkaran Debes var als eingin ungdómsvenjing í felagnum. 

3-2 gjørdi eitt portrett av Jógvani K. Glerfoss í samband við tilnevningina sum ársins ítróttafyrimynd, og tað sæst niðanfyri. 

230123_3_2_FYRIMYNDIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391