- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinesisk ballón skotin niður
Amerikanska flogvápni skeyt í gjárkvøldið niður eina ómannaðað kinesiska ballón, sum seinastu dagarnar hevur rikið tvørturum USA. Ballónin datt niður í atlantshavi uttanfyri statin South Carolina.
Amerikanska stjórnin sigur, at ballónin var brúkt til at njósnast við, men vildi ikki skjóta hana niður fyrr enn í gjár, vegna vandan fyri, at vraklutir kundu elva til fólkaskaða, um hon datt niður yvir bygt økið. Tí varð bíðað til ballónin rak út yvir Atlantshavið.
Kina vísir aftur
Kinesiska stjórnin vil vera við, at talan er um eina veðurballón, sum var farin av kós, og ikki eitt njósningaramboð.
Kinesiska uttanríkisráðið hevur eisini mótmælt, eftir at USA sendi stríðsflogfør upp at skjóta ballónina niður.
- Tað er skeivt at brúka hervaldið at skjóta niður eitt sivilt ómannað farð, segði uttanríkisráðið eftir ballónin var skotin niður.
Loftrúmið kring ballónina var stongt í nakrar tímar gjár, umframt at skip og bátar fingu boð um at halda seg burtur úr sama økið.
Amerikanskir myndugleikar boðaðu hósdagin frá, at talan var um eina kinesiska ballón, og tað hevur elvt til eina diplomatiska kreppu millum Kina og USA. Fríggjadagin skuldi amerikanski uttanríkisráðharrin Anthony Blinken á vitjan í Kina, men tann vitjanin var avlýst alt fyri eitt. Tað hevði annars verið fyrsti fundur millum amerikansku og kinesisku uttanríkisráðharrarnir í fleirir ár.
Ballónin var um 20 kilometrar uppi í luftini tá hon varð skotin niður, og var væl útgjørd við eitt nú sólpanelum og øðrum. Vraklutirnir vera nú kannaðir av amerikanska herinum.
Sambært BBC hevði ballónin rikið uppiyvir fleiri hernaðarligum økjum, har almenningurin annars hevur avmarkaðað atgongd.