Fíggjarlógin er á veg í løgtingið

Fíggjarlógin er á veg í løgtingið
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at tær stóru broytingarnar eru ikki gjørdar samanborið við uppskotið hjá undanfarnu samgongu
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ætlar at lata løgtinginum uppskotið um fíggjarlóg fríggjadagin, og tað verður lagt fram 14. februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2023 - 11:15

Uppskot um fíggjarlógina fyri 2023 er á veg í løgtingið.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at tey miða eftir at lata løgtinginum uppskotið fríggjadagin.

Eydnast tað, verður uppskotið lagt fram á næsta tingfundi, sum verður 14. februar.

Ruth Vang sigur, at tær stóru broytingarnar eru ikki gjørdar samanborið við uppskotið hjá undanfarnu samgongu.

Okkurt er tó broytt. 

 

Sæst ikki aftur fyrr enn í 2024

Politikkurin hjá samgonguni, sum nú er, kemur ikki fyrr enn í fíggjarlógini fyri 2024.

Uppskotið um fíggjarlóg hjá undanfarnu samgongu fór í fíggjarnevndina eftir fyrstu viðgerð 6.oktober.

Men tað uppskotið fall burtur 8. desember, tá løgmaður boðaði frá vali.

Fíggjarnevndin viðgjørdi uppskotið á trimum fundum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086