Samráðingar um svartkjaft og sild bóru ikki á mál

Samráðingar um svartkjaft og sild bóru ikki á mál
Partarnir hittast aftur í vár
Samráðingar verða aftur í vár um svartkjaft og norðhavssild.
 
08.02.2023 - 12:00

Samráðingar millum strandarlondini um svartkjaft og norðhavssild, sum vóru í London í síðstu viku, bóru ikki á mál.

Men partarnir eru samdir um at hittast aftur í vár.

Samráðingar um makrel eru í hesari vikuni. Tær eru í London. 

Í vikuni, sum byrjar 6.mars, vera samráðingar í Nuuk, og í vikuni, sum byrjar 27.mars, vera samráðingar aftur í London.

Fæst ikki semja um endaligt býti tá, verður býtið í 2023 ásett.

Einki samskifti er við ES um fiskiveiðusamráðingar.

Men samskifti er við Bretland, sum nú, Bretland ikki er í ES longur, hevur fiskin, føroyingar hava áhuga fyri.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373