Landsbankin: Landið skal læna pengarnar til Suðuroyartunnilin

Landsbankin: Landið skal læna pengarnar til Suðuroyartunnilin
Landið skal veita inntøkutrygd fyri lánunum, sum p/f Suðuroyartunnilin tekur, heldur Landsbankin. Hetta stendur í svari frá Dennisi Holm, landsstýrismanni
Eysturoyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2023 - 07:46

Landsbankin mælir til, at landið lænir pengarnar til Suðuroyartunnilin og lænir síðani partafelagnum, sum skal gera tunnilin, pengarnar. 

Og landið skal veita inntøkutrygd fyri lánunum, sum p/f Suðuroyartunnilin tekur.

Við hesum leisti veitir landskassin trygd fyri, at árliga lánsupphæddin fellur til gjaldingar. 

Hetta stendur í svarinum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, til Erhard Joensen, løgtingsmann.

 

Suðuroyarleiðin kostaði 137 mió. kr.

Erhard Joensen spurdi, hvussu Suðuroyartunnilin skal fíggjast.

Hann spurdi eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at kanna, um statslán úr Danmark er ein møguleiki.

Hesum svarar Dennis Holm ikki beinleiðis, men sigur, at ymisir møguleikar verða lýstir, áðrenn avgerð verður tikin um fígging.

Dennis Holm sigur, at í fjør kostaði suðuroyarleiðin 137 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891