Læknavaktin skal eisini lofta sálarsjúkum

Læknavaktin skal eisini lofta sálarsjúkum
Tvær heildarætlanir mæla til, at fólk, sum brádliga gerast illa fyri sálarliga, altíð skulu kunnu ringja og fáa bráðfeingis hjálp
Læknavaktin er ætlað teimum, sum fáa bráðfeingis tørv á læknahjálp, og ikki kunnu bíða, til viðtalan hjá egnum kommunulækna letur upp aftur.
 
16.02.2023 - 08:53

Læknavaktin verður nú styrkt, so hon fær betri møguleikar at lofta teimum, sum ringja 1870, tí tey hava brúk fyri bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar.

Ætlanin um at styrkja læknavaktina er í samsvari við tilmæli úr heildarætlanini um sálarheilsu í Føroyum frá oktober 2018 og heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnisnýtslu í Føroyum 2022-2028 frá mars 2022. 

Í báðum heildarætlanum verður mælt til, at fólk, sum brádliga gerast illa fyri sálarliga, altíð skulu kunna ringja og fáa bráðfeingis hjálp.

Tað er ein meting hjá kommunulæknanum ella læknavaktini sum avger, um sjúklingar hava brúk fyri meting ella viðgerð á sjúkrahúsi, sama, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku, sigur Heilsumálaráðið.

Læknavaktin er ætlað teimum, sum fáa bráðfeingis tørv á læknahjálp, og ikki kunnu bíða, til viðtalan hjá egnum kommunulækna letur upp aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037