Eitt ár síðani innrásina í Ukraina

Eitt ár síðani innrásina í Ukraina
Løgmaður sigur í tíðargrein, at landsstýrið greinar í løtuni viðurskiftini við Russland, og ein niðurstøða fyriliggur skjótt
Fraklendingar byrjaðu longu í gjárkvøldið at varpa ljós á dagin - bókstaviliga - við at lata Eiffeltornið lýsa í gulum og bláum liti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.02.2023 - 08:45

Í dag er eitt ár síðani, at russar gjørdu innrás í Ukraina.

Og í øllum heiminum verður varpað ljós á dagin.

Eitt nú við gudstænastum, røðum og tiltøkum.

 

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Her heima flaggar Tórshavnar kommuna við ukrainska flagginum á Vaglinum. Í skýmingini verða ljós við ukrainsku flagglitunum at síggja í Steinatúni og á Vaglinum.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgmaður skrivað grein

Løgmaður hevur skrivað tíðargrein til høvið. 

Síðst í greinini spyr Aksel V. Johannesen sjálvur, hvat vit gera við okkara fiskiveiðusamstarv við Russland.

Hann kemur ikki við nøkrum ítøkiligum svari, men skrivar, at landsstýrið í løtuni greinar okkara viðurskifti við Russland. Og at ein niðurstøða skjótt fyriliggur.

Greinin, sum eitur "Frá Ishkov til Putin: Okkara sál og hjørtu gráta við Ukraina", liggur á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.

 

Bønargudstænasta verður í Vesturkirkjuni í kvøld. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bønargudstænasta í Vesturkirkjuni

Eisini kirkjan ger vart við dagin. Í Vesturkirkjuni í Havn kl. 19 verður bønargudstænasta við Marjuni Lómaklett, presti, har fólk millum annað hava møguleika at tendra ljós, minnast og biðja saman.

Í Keypmannahavn skipar danska Fólkatingið fyri guðstænastu í Holmens kirkju fyrrapartin.

Fraklendingar byrjaðu longu í gjárkvøldið at varpa ljós á dagin - bókstaviliga - við at lata Eiffeltornið lýsa í gulum og bláum liti.

Somuleiðis vóru útveggirnir í ES-tinginum í Brussel littir við ukrainsku litunum fyri at vísa samhuga fyri Ukraina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120