Open Doors Føroyar letur 270.000 kr. til Sýria

Open Doors Føroyar letur 270.000 kr. til Sýria
Innsavningin byrjaði beinanvegin, tíðindi um harðasta jarðskjálvtan í hundrað ár í Turkalandi og Sýria bórust 6. februar
Allar 270.000 krónurnar fara til jarðskjálvt rakt øki í Sýria.
 
02.03.2023 - 16:05

Felagsskapurin Open Doors Føroyar letur 270.000 krónur til jarðskjálvtarakta økið í Sýria.

Innsavningin byrjaði beinanvegin, tíðindi um harðasta jarðskjálvtan í hundrað ár í Turkalandi og Sýria bórust 6. februar.

Nú tríggjar vikur seinni, eru 270.000 krónur latnar hart rakta økinum. Open Doors Føroyar hevur gjørt av at brúkan allan innkomna peningin í Sýria.

25.000 fólk í Latakia og Aleppo fáa ágóðan av hesum peninginum.

Harumframt er ein langtíðarætlan um at hjálpa 200.000 fólkum í øllum Sýria, sigur Open Doors Føroyar.

Stuðulin, ið føroyingar hava veitt, verður millum annað brúktur til mat, heilivág, reinførishjálp, umvæling og fyribilshúsaleigu, og traumaviðgerð.

Tað ber enn til at stuðla arbeiðnum hjá Open Doors Føroyar í Sýria. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976