- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ericsson fær stóra bót fyri mutur

Amerikanska løgmálaráðið hevur givið svenska felagnum Ericsson 1,4 milliardir krónur í bót í sambandi við eitt mál um mutur í Irak.
Telefelagið Ericsson hevur játtað at rinda bótina og játtar seg sekan í ákærunum um mutur eftir at hava brotið eina avtalu við amerikanskar myndugleikar, sigur løgmálaráðið.
Eftir at svenska kringvarpið, SVT, hevði kannað málið, játtaði Ericsson at hava mutrað yvirgangsfelagsskapin IS í Irak.
Legði málið til viks
Umframt í USA var málið eisini kannað í Svøríki, men har legði ríkisadvokaturin málið til viks.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ericsson er uppi í eini muturgølu.
Í 2019 gjørdi svenska felagið semju við USA um at rinda 10 milliardir svenskar krónur, tað eru slakar 6,7 milliardir danskar krónur, til amerikanskar myndugleikar fyri mál, sum hava tilknýti til Kina, Djibouti, Indonesia, Kuvait og Vjetnam í árunum 2000 til 2016.




























