Lesa helst á føroyskum

Lesa helst á føroyskum
Enskt hevur yvirhálað danskt
Savnsmynd
Mynd: Savnsmynd  
 
05.03.2023 - 11:29

Næmingar dáma best at lesa á føroyskum. Hetta vísur kvalitativ lesivanakanning, sum varð almannakunngjørd á heysti í 2022.

Kanningin vísir eisini, at hóast børn enn lesa nógv danskt, hevur enskt yvirhálað danskt á øðrum plássi

Lesivanakanningin er bygd á samrøður við børn í sætta flokki kring alt landið í 12 skúlum. 

Sambært kanningini er tað í 6. flokki, at hugurin at lesa er minkandi, og um somu tíð veksur nýtslan av øðrum miðlum eisini. 

Lítið samband við skaldskap
Høvuðsúrslitið av kvalitativu lesivanakanningini er millum annað, at spennið er sera vítt ímillum flokkar og tær avbjóðingarnar, sum næmingarnir hava í skúlunum. 

Næmingar siga seg lesa lítið í frítíðini og hava lítið samband við skaldskap. 

Kanningin vísir eisini, at í nógvum førum minnir eingin tey á at lesa, og at tey hava ilt við at finna eina bók, ið tey tíma og megna at lesa.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina, sum kann verða lisin á heimasíðuni hjá Málmenning:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025