Norwegian kannar møguleikar at flúgva til Grønlands

Norwegian kannar møguleikar at flúgva til Grønlands
Nýggju altjóða flogvøllirnir í Nuuk og Ilulissat gera, at norska flogfelagið er áhugað at kappast við Air Greenland
Í summar fer Norwegian at hava 85 flogfør. Felagið kann tí byrja stívliga 20 nýggjar leiðir úr Danmark ella Noregi.
 
06.03.2023 - 08:40

Air Greenland kann kanska vænta sær harða kapping, tá altjóða flogvøllirnir í Nuuk og Ilulissat lata upp síðst í 2024.

Tí norska flogfelagið Norwegian er sera áhugað í at flúgva millum Keypmannahavn ella Oslo og Grønland, skrivar Sermitsiaq.

Avger Norwegian at flúgva til Grønlands, fer felagið at kappast við Air Greenland um prísir á ferðaseðlum, tí Norwegian tekur vanliga lítið, minni enn flestu flogfeløg, fyri sínar ferðaseðlar.

Enn veit Norwegian tó ikki, um nóg nógv ferðafólk eru, men hetta verður kannað. 

Í summar fer Norwegian at hava 85 flogfør. Felagið kann tí byrja stívliga 20 nýggjar leiðir úr Danmark ella Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974