Hádeild í Sankta Frans skúla næsta ár

Hádeild í Sankta Frans skúla næsta ár
Tórshavnar kommuna hevur skrivað undir arbeiðstøkusáttmála við byggifelagið HVT
Soleiðis fer hádeildin í Sankta Frans skúla at síggja út.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
07.03.2023 - 16:09

Tað fer at kosta 28,5 milliónir at byggja nýggja skúlabygningin, sum skal hýsa hádeildini hjá Sankta Frans skúla í Havn.

Tórshavnar kommuna hevur í dag skrivað undir arbeiðstøkusáttmála við byggifelagið HVT. 

Við nýggja bygninginum verður skúlatilboðið hjá Sankta Frans skúla víðkað til at fevna um næmingar í 8. og 9. flokki. Sum nú hevur skúlin bara flokkar upp til sjeynda flokk. 

 

Seks skúlastovur

Kommunan upplýsir, at í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihaldshøli.

Bygningurin er umleið 1.100 fermetrar og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á. 

Í næstu viku verður farið at taka Stella Maris-húsini niður.

Miðað verður eftir, at nýggi skúlin er klárur til skúlaárið 2024/25.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098