Rumenia: Ein vaknaður hondbóltsrisi

Rumenia: Ein vaknaður hondbóltsrisi
Í kvøld skal føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla EM-undankappingardyst móti Rumenia, sum av álvara hevur kós aftur móti toppinum í altjóða manshondbólti.
Demis Grigoras er ein av fleiri stjørnuspælarum á rumenska landsliðnum. Og hann verður eisini við í kvøld, tá EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Rumenia verður.
 
08.03.2023 - 12:46

Eftir drúgva oyðimarkargongd er gamli hondbóltsrisin vaknaður úr dvala. Tað var tann tíð, at Rumenia var fremst í manshondbólti.

 

Ein sonn hondbóltstjóð

Rumenia vóru heimsmeistarar fýra ferðir frá 1961 til 1974. Tá vóru HM-kappingar triðja hvørt ár.

Í 1967 vunnu teir bronsu í Svøríki. Ta ferðina vann Kekkoslovakia finaluna móti Danmark. Annars var Rumenia heimsmeistari alt hetta tíðarbilið - í 1961, 1964, 1970 og 1974.

Eftir tað var nógv tosað um úrmælingin Vasile Stinga - kongurin í rumenskum og altjóða hondbólti í fleiri ár.

Rumenia vann bronsu í manshondbólti á olympisku summarleikunum í Moskva 1980 og Los Angeles 1984. Seinasta góða rumenska úrslitið í einum endaspæli finna vit í 1990, tá enn eitt bronsumerki var vunnið í HM-endaspælinum í Kekkoslovakia. Tá hendir eitt skifti.

Svøríki við Bengt Johansson við róðrið taka stýripinnin og gerast hin nýggi hondbóltsrisin í altjóða manshondbólti øll 90-árini. Londini eystanfyri - gomlu hondbóltsstórveldini Sovjet, Rumenia, Kekkoslovakia og Jugoslavia - ganga so líðandi til grundar í dusttáminum, tá Múrurin fall.

 

Styrkt Champions League-lið

Nú røkist so smátt fyri einari endurreisn av Rumenia sum falnari hondbóltstjóð. 

Stórfelagið Dinamo Bukarest, sum er bulurin á rumenska landsliðnum, er farið at gera um seg í tungvektsflokkinum í evropeiskum manshondbólti - Champions League.

Rumenska høvuðsstaðarfelagið hevur í vetur vunnið sjey dystir av fjúrtan í A-bólkinum í Champions League. Av mótstøðuliðum kunnu nevnast PSG, SC Magdeburg, Veszprém og GOG. Dinamo Bukarest vann í februar á danska meistaraliðnum GOG, og tapti tepurt fyri tyska stórfelagnum Magdeburg fyri nøkrum døgum síðani. 

Á rumenska landsliðnum, sum komið er til Føroyar, eru átta spælarar av hesum Champions League-liðnum.

Sama er venjarin - spaniólin Xavier Pascual Fuertes. Hann telist millum víðgtinastu venjarar, og stóð á odda fyri FC Barcelona frá 2009 til 2021. Nú stjórnar hann Dinamo Bukarest og rumenska landsliðnum.

Xavier Pascual

Caption: 
Xavier Pascual er venjari hjá Rumenska landsliðnum. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum, altjóða støði. Millum annað hevur hann verið venjari hjá FC Barcelona. Í løtuni er hann venjari hjá stórspælandi Dinamo Bukarest.

 

Kroatiskur styrkur

Sum liður í royndunum hjá Rumenia at brynja seg til nýggja skýferð í altjóða manshondbólti, hevur ein av stórskjúttunum hjá Dinamo Bukarest - fyrrverandi kroaturin Ante Kuduz - júst fingið rumenskan ríkisborgararætt.

Hann hevur spælt á kroatiska landsliðnum, men í kvøld umboðar hann á fyrsta sinni nýggja heimlandið móti Føroyum í Høllini á Hálsi í Havn. 

Ante Kuduz

Caption: 
Fyrsti landsliðsdysturin hjá 27 ára gamla Ante Kaduz fyri Rumenia verður í kvøld, tá Rumenia skal spæla móti Føroyum í Høllini á Hálsi.

Vinstri bakkurin Kuduz er 2.01 til hæddar og vigar 91 kilo. Hann hevur verið ársins leikari í Dinamo Bukarest seinastu tvey árini, og verður hildin at vera rættur fongur hjá rumenska landsliðnum.

Hann spældi seinast á kroatiska landsliðnum í 2019. Seinastu fimm árini hevur hann verið yrkisleikari í Rumenia.

Skal annar stjørnuspælari hjá Rumenia nevnast, má tað vera hin bakkurin, Demis Grigoras, sum spælir í portugisiska stórfelagnum Benfica.

 

Spennandi avbjóðing

Tað er tí ikki sørt spennandi avbjóðing, sum stendur fyri framman hjá føroyska hondbóltslandsliðnum í kvøld. Áður hava Føroyar og Rumenia leikt seks dystir, og allir hava vit tapt - og tað so ruddiliga eisini.

Men føroyskur hondbóltur - ikki minst manshondbóltur - stendur í sínum fagrasta blóma. Vit hava ongantíð havt so góðar spælarar og so gott landslið sum júst nú.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er við aftur, eftir at hann hevur havt ein lang steðg orsakað av skaða í knænum. Og við honum á vøllinum er systkinabarnið og unga stjørnuskotið, Óli Mittún. 

Karmarnir eru góðir. Høllin verður á tremur við fleiri enn 1.500 áskoðarum. Og Kringvarpið sendir sjálvandi beinleiðis frá dystinum í sjónvarpinum. 

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19, men sjónvarpið byrjar longu at senda kl. 18.40.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770