- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ættleiðingarsteðgur kann raka føroyingar

Felagsskapurin, Danish International Adoption, sum er einasti felagsskapur í Danmark, ið tekur sær av at miðla ættleiðingar, gevst við ættleiðingum úr øðrum londum til Danmarkar og sostatt eisini til Føroya.
Tað merkir, at tað ikki longur ber til at ættleiða børn úr øðrum londum.
Danish International Adoption hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí vissa ikki altíð er fingin fyri, at ættleiddu børnini veruliga hava verið foreldraleys.
Eisini er felagsskapurin lagdur undir at hava handlað í stríð við Haag-konventiónina og danska ættleiðingarlóggávu.
Í desembur gjørdu myndugleikarnir av at suspendera ættleiðing úr Suðurafrika, og nú er tað sama hent viðvíkjandi ættleiðing úr Filipsoyggjum, India, Taiwan, Thailandi og Tjekkia.
Tí hevur Danish International Adoption ikki annað val enn at gevast við sínum virksemi.
Føroyska familjufyrisitingin boðar á heimasíðu síni frá, at í løtuni verður kannað, hvat hetta merkir fyri tey í Føroyum, sum longu eru góðkend at ættleiða.
























