Flogfarið verður skrásett í svensku flogskránni

Flogfarið verður skrásett í svensku flogskránni
Á veg úr USA til Keypmannahavnar fleyg flogfarið hjá FarCargo eisini yvir Eysturoynni, sum flogfarið er uppkallað eftir
Flogfarið hjá FarCargo stendur nú í Keypmannahavn, har tað verður skrásett í svensku flogskránni.
 
18.01.2024 - 10:39

Flogfarið hjá FarCargo, sum er dótturfelag hjá Bakkafrost, er nú komið til Keypmannahavnar, har tað skal skrásetast í svensku flogskránni, áðrenn tað fer í vinnu.

FarCargo hevur samstarvsavtalu við svenska felagið West Atlantic Sweden AB, sum fer at hava flogloyvið um hendi fyribils. FarCargo fer eftirr ætlan seinni at fáa sítt egna flogloyvi.

Á veg úr USA til Keypmannahavnar fleyg flogfarið yvir Føroyum. Tað sneiddi av við Búgvan og síðani yvir Ambadal við Gjógv. Flogfarið hevur fingið navnið Eysturoy, og tí var gjørt av at flúgva yvir Eysturoy. 

Flogfarið hjá FarCrgo er av slagnum Boeing 757-200, sum tekur 34 tons av farmi. 

 

Vágar - Newark

Tað skal flúgva úr Vágum, um Keflavík til Newark í New Jersey, og síðani aftur til Føroya um Billund.

Sambært felagnum verður byrjað við nøkrum fáum fráferðum um vikuna, men sum frá líður er ætlaninat flúgva fleiri ferðir um vikuna. 

Higartil telir flogmanningin hjá FarCargo átta fólk, men felagið upplýsir, at í næstum verða fleiri stýrimenn og flogteknikarar settir í starv.

Bakkafrost ætlar at flúgva feskan laks til fjarmarknaðir, eitt nú USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791