Brúktu fyri 13 mió. av kortunum

Brúktu fyri 13 mió. av kortunum
Føroyingarnir, sum vóru í Berlin og hugdu eftir hondbólti, brúktu umleið 13 milliónir krónur tilsamans í lummapengum, tá vit hyggja at kortnýtsluni
 
21.01.2024 - 15:53

Bank Nordik hevur hugt eftir, hvussu nógv føroysk kort vórðu brúkt í Berlin í tíðarskeiðnum frá 9. til 17. januar. Tey tølini vísa, at 1.441 viðskiftafólk hjá BankNordik brúktu kortið í Berlin hetta tíðarskeiðið, og talan var um 19.450 kortgjaldingar upp á tilsamans 5 milliónir krónur.

Betri Banki sigur, at teirra tøl eru á leið tey somu sum tey hjá Bank Nordik.

Hesir báðir bankarnir sita á 80 prosentum av føroyska marknaðinum. Leggja vit teirra tøl saman, so er talan um knøpp 3.000 viðskiftafólk og knappar 40 túsund kortgjaldingar upp á tilsamans 10 milliónir krónur.

Leggja vit síðani smærri peningastovnarnar afturat, so er talið á leið 12 til 13 milliónir krónur. Og her skal viðmerkjast, at talan bert er um kortgjaldingar, og talan er ikki um hotellrokningar, flogferðaseðlar og annað, sum er goldið áðrenn fráferð.

Eftir hesum at døma hevur hvør av teimum 5 túsund føroyingunum í miðal brúkt umleið 3.600 krónur í lummapengum í Berlin, og hetta samsvarar sambært bankunum við tað, ið vanliga verður brúkt á eini frítíðarferð.

Á ólavsøku í fjør vóru brúktar umleið 20 milliónir krónur í kortgjaldingum. So munurin á Berlintúrinum og seinastu ólavsøku er umleið 7 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860