Handverksmeistarar bíða enn eftir løggilding

Handverksmeistarar bíða enn eftir løggilding
Nógv bjóða seg fram at smíða, tá samfelagshjólini mala skjótt, og handverksmeistari er ikki vart heiti
Handverksmeistarar eftirlýsa framvegis løggilding um, hvør kann arbeiða sum handverksmeistari. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.01.2024 - 13:32

Handverksvinnuni manglar framvegis løggilding. Tí kann ein og hvør kalla seg handverksmeistara og bjóða seg fram at smíða hús fyri fólk.

- Tíverri er tað framvegis støðan, at handverksmeistari er ikki vart heiti, ásannar Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Magnus Magnussen er formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. (Mynd: Vinnuhúsið)

 

Hann hevur í fleiri ár eftirlýst løggilding av handverksmeistarum.

Og meðan vit bíða eftir løggildingini, er frítt hjá øllum at bjóða seg fram, staðfestir Magnus Magnussen, sum tí biður fólk hyggja neyvt eftir, hvønn tey biðja smíða fyri seg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30012024_Handverk_og_loggilding

 

Høgni Hoydal er landsstýrismaður í vinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í fjørsummar, tá fleiri dømi vóru frammi um umfatandi byggifusk, lovaði landsstýrismaðurin bót og bata. 

Men uppskotið um krav um løggilding og meistaraútbúgving kemur ikki í vár sum ætlað, sigur Høgni Hoydal í dag: 

 

30012024_Hogni_um_loggilding

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751