Jóhanna og Häcken víðari í Champions League

Jóhanna og Häcken víðari í Champions League
Við útisigri á Real Madrid vunnu Jóhanna Fossdalsá Sørensen og BK Häcken seg víðari í fjórðingsfinalurnar í Champions League
Jóhanna Fossdalsá Sørensen (aftast uttast til vinstru) skal spæla CL-fjórðingsfinalu
Mynd: BK Häcken  
 
30.01.2024 - 20:37

Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagar hennara í svenska felagnum BK Häcken hava spælt seg víðari í Champions League.

Á Alfredo di Stefano-leikvøllinum í Madrid, vann Häcken 1-0 og tryggjaði sær 2. pláss í bólkinum og pláss í fjórðingsfinalunum í evropeisku meistarakappingini. 

Chelsea vann bólkin við 14 stigum, Häcken fekk 11, meðan Paris FC og Real Madrid fingu ávíkavist 7 og 1 stig.


Fyrsti føroyingurin í Champions League-bólkaspælinum

Jóhanna Fossdalsá Sørensen byrjaði inni á verjukenda miðvallarplássinum hjá Häcken ímóti Real Madrid og var útskift eitt korter fyri leiklok.

Unga stórtalentið, sum er uppvaksin í Hoyvík, hevur spælt stóran leiklut fyri Göteborg-felagið í meistarakappingini. Har hevur 18 ára gamla stórtalentið verið á vøllinum í fimm av seks dystum, og seinastu fýra ferðirnar er hon byrjað inni.
 

Til svenskan fótbólt síðsta summar

Jóhanna Fossdalsá Sørensen skifti í summar til BK Häcken úr FC Nordsjælland, har hon hóast blaðung taldist millum stuðulsspælararnar.

Hon hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss á liðnum, men hevur veruliga fingið fótin fyri seg í Champions League í vetur. Nú bíða fjórðingsfinalurnar.

Hóskvøldið verður samrøða við unga stjørnuskotið í sjónvarpinum hjá KvF. Sendingin byrjar eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533