Ursula von der Leyen til Føroya á vitjan

Ursula von der Leyen til Føroya á vitjan
ES-nevndarforkvinnan fer eisini at vitja í Grønlandi, har ES fer at lata skrivstovu upp
Ursula von der Leyen og Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá løgmaður í desember var á vitan á ES-høvuðsborgini í Brússel
 
01.02.2024 - 13:55

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von Leyen, kemur til Føroya og Grønlands á vitjan um nakrar vikur.

Tað upplýsir Per Haugaard, leiðari á skrivstouni hjá ES-nevndini í Keypmannahavn, á sínum LinkedIn-vanga.

Hann skrivar, at starvfelagar hjá sær í Føroyum og í Nuuk hava arbeitt í longri tíð at fáa vitjanina í lag.

Endamálið við vitjanini er at fáa í lag virknari samstarv millum ES, Grønland og Føroyar.

Per Haugaard skrivar, at ES-nevndin fer í næstum at lata upp skrivstovu í Nuuk í Grønlandi.

ES og Føroyar fara eisini at skriva undir avtalu um samstarv á fleiri økjum, skrivar Per Haugaard.

Kringvarpið roynir at eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um ætlaðu vitjanina hjá Ursulu von de Leyen í Føroyum. 

Sí uppslagið hjá Per Haugaard her:

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558