Vallyfti krevja fígging og haldføri

Vallyfti krevja fígging og haldføri
Landsstýrið fer at fáa Búskaparráðið og Landsbankan at hava framløgu um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum um haldføri
Búskaparráðið kom við einari greining um haldføri í januar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2024 - 06:25

Landsstýrið fer at fáa Búskaparráðið og Landsbankan at hava framløgu um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum um haldføri.

Og Landsbankin hevur boðið øllum politikarum til framløgu um haldførisgreiningina í mars. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen,løgmaður, í svari til Johan Dahl,løgtingsmann, sum spurdi um fíggjarpolitiskt haldføri.

Løgmaður sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at tryggja ein haldføran og sjálvberandi  búskap.

Samgongan er eisini samd um, at allur politikkurin hjá henni skal vera fult fíggjaður. 

Hetta merkir, at samgongan bara kann fremja vallyftini so hvørt sum hon hevur funnið fígging til teirra, sigur løgmaður.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558