- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Politiskt samskifti og 3Tesla-skannari
Á Breddanum: Politiskt samskifti og 3Tesla-skannari
Tað er óneyðugt smikur, tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin, halda summi, og stýra ríkmenn ov nógv við gávum?

Politikarar takkaðu tilbúgvingini, tá ódnarveðrið mikudagin var hæsað av. Hvussu var hetta móttikið, verður spurt í Breddanum í dag. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
02.02.2024 - 09:10
Mikudagin fegnaðust og takkaðu politikarar røsku tilbúgvingini og øðrum, sum sambært teimum tryggjaðu, at vit komu væl ígjøgnum ódnina.
Men hvussu var tað móttikið? Og er hetta slagið av samskifti nakað fyri føroyingar?
Tað viðgera vit saman við fólkum, sum kenna til politikk og samskifti.
Skannarin
Týsdagin gjørdist greitt, hvør hevur givið Klaksvíkar sjúkrahúsi Tesla-skannaran.
Heilsuverkið í Føroyum er eitt av eymu politisku málunum, sum kunnu fáa lokalpolitiskar kenslur at kóka.
Vit spyrja, hvar markið gongur fyri, nær privata vinnulívið kann blanda seg upp í politikk.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























